Fleiri privatar, dýrar útstykkingar – ongar bíligar leiguíbúðir

Tey lovaðu: Býráðið fyri øll

 

Vit fáa: Bústaðir fyri tey fáu og vælbjargaðu

 

Á býráðsfundinum í kvøld ætlar meirilutin at samtykkja at bjóða kommunalt lendið undir Fjalli fram til privat at byggja. Tjóðveldi skjýtur upp, at kommunan heldur fer í holt við at byggja eldra- og lestraríbúðir á økinum.

 


Trýstið og tørvurin á bústøðum er í hæddini í høvuðsstaðnum, og nógv detta niðurímillum og fáa als ikki verið við orsakað av høgu leiguprísunum. Kortini er ikki ein tann einasta kommunala leigubústaðarætlan so frætt sum á tekniborðinum hjá sitandi meiriluta. Hetta ynskja vit í Tjóðveldi at broyta.

 

Vit hava tørv á fjølbroyttum leigu- og eigaraíbúðum í høvuðsstaðnum. Til eldri, lesandi, fólk við menningartarni og fólk, ið ikki hava ráð til íbúðirnar á privata marknaðinum. Hóast sera nógvar privatar útbyggingar hava verið í høvuðsstaðnum síðstu árini, er vanliga leigan enn so mikið høg, at tað bert eru ávísir samfelagsborgarar, ið hava ráð at búgva í høvuðsstaðnum. Soleiðis kunnu vit ikki halda fram, tí byggja vit bert privatar bústaðir, byggja vit bert bústaðir til tey fáu.

 

Tórshavnar kommuna hevur heimild at byggja eldra- og lestraríbúðir, og Tórshavnar kommuna eigur eisini lendi at byggja á, sum t.d. undir Fjalli. Fíggjarliga støðan ger eisini, at einki er til hindurs fyri, at kommunan fer í holt við hesar íbúðarverkætlanir.

 

Tjóðveldi í býráðnum fer tí at leggja broytingaruppskot fram á býráðsfundi hóskvøldið um at steðga ætlanini at bjóða økið undir Fjalli út til privata bústaðarbygging, og heldur seta í verk almenna bústaðarbygging av eldra- og lestraríbúðum í økinum. Økið er stórt, og møguleiki er tí eisini fyri gera avtalu við Bústaðir um at byggja bústaðir til fólk við menningartarni, og vanligar og sosialar bústaðir.

 

Soleiðis skapa vit eina fjølbroyttari kommunu og ein fjølbroyttari bústaðarmarknað, sum er til gagns fyri allar borgarar.

 

 

 

Tjóðveldi í býráðnum

 

Elsa Berg, Gunvør Balle, Jákup Dam og Annika Olsen