Rógvi Nybo
Tað er nú greitt, at fleiri av týðandi profilunum í føroyskum politikki stilla ikki uppaftur til komandi løgtingsval. Tilsamans er talan um omanfyri 4000 persónligar atkvøður, sum verða leysar hjá nýggju valevnunum at kappast um.
Mánadagin skrivaðu vit, at í Tjóðveldi hvørva profilar sum Hergeir Nielsen, Tórbjørn Jacobsen og Sjúrður Skaale. Eisini er ivasamt, hvussu tað verður við eitt nú Heina O. Heinesen. Formaðurin í Tjóðveldi, Høgni Hoydal, ásannaði tá, at tað er óheppið, at greiða ikki er fingin á, hvørji valevni verða at taka yvir eftir teimum, sum fara, men segði at tað er upp til lokalfeløgini og limirnar í teimum at finna útav, hvørji valevnini verða.
Tað er nú eisini greitt, at í fleiri av hinum flokkunum verður útskifting og at fleiri av profilunum ivaleyst hvørva úr føroyskum politikki. Harafturat hava bæði Sjúrður Skaale og Poul Michelsen tikið seg úr ávikavist Tjóðveldi og Fólkaflokkinum.
Samstundis er greitt, at hjá fleiri av flokkunum, Sjálvstýrisflokkurin undantikin, er uppstillingin heldur ikki liðug, hóast val kann verða skrivað út hvørja løtu. So seint sum í gjár boðaðu fleiri í Sambandsflokkinum, eitt nú Bjørn Kalsø, frá, at tey eru ónøgd við eina kunngerð, teirra egni landsstýrismaður, Johan Dahl, hevði lýst. Tey boðaðu frá, at hetta kundi skaða tað í forvegin ridlandi grundarlagið undir verandi minnilutastjórn. Fleiri mál umstrídd mál verða løgd fram á Ólavsøku, sum tað skal ótrúliga gott politiskt handalag til at fáa samtykt. Harafturat skal ein fíggjarlóg samtykkjast í heyst, og hetta kann væl enda við, at løgtingsval verður skrivað út í úrtíð. Tað er tó greitt, at fleiri av politisku profilunum fara úr politikki, og at nógvar atkvøður verða at kappast um. Flokkarnir eru tó ikki klárir við avloysarunum enn.
Politikarar, sum ikki stilla uppaftur:
Heðin Zachariassen, Fólkaflokkurin, 317 atkvøður
Heðin Zachariassen úr Streymnesi hevur avgjørt ikki at stilla uppaftur til komandi Løgtingsval. Hann sigur seg nú verða lidnan í politikki, og at tað nú er tað vinnuliga, hann fer at takast við. Heðin Zachariassen hevur verið løgtingsmaður síðani 2002, og eitt stutt skifti var hann eisini í landsstýrinum áðrenn løgtingsvalið í 2008. Á síðsta løgtingsvali fingu Heðin Zachariassen og Bjarni Djurholm líka nógvar atkvøður, men tapti Heðin lutakastið um at gerast eykamaður, og hevur tí ikki verið á tingi síðani Fólkaflokkurin fór í andstøðu. Heðin Zachariassen hevur boðað leiðsluni í Fólkaflokkinum frá, at hann stillar ikki uppaftur til komandi Løgtingsval, og tískil verða 317 atkvøður, í høvuðsheitum í Norðurstreymoy, leysgivnar.
Óli Breckmann, Fólkaflokkurin, 312 atkvøður
Óli Breckmann, sum í nógv ár hevur umboðað Fólkaflokkin á løgtingi, er enn ikki avgjørdur, hvørt hann fer at stilla uppaftur ella ikki. Tað hevur ljóðað, at Óli ikki fór at stilla uppaftur, men hann sigur seg nú ikki verða avgjørdan, og at tann spenningurin má standa til uppstillingin er liðug. Óli Breckmann varð fyrstu ferð valdur á Løgting í 1974, og varð afturvaldur líka til seinasta løgtingsval, tá hann bert var nakrar fáar atkvøður ov stuttur. Óli Breckmann hevur eisini sitið á Fólkatingi frá 1984 til 2001.
Anfinn Kallsberg, Fólkaflokkurin, 550 atkvøður
Ein av absoluttu mastodontunum í føroyskum politikki valdi at takka fyri seg, meðan hann enn fann hurðina. - Eg havi sitið í øllum álitisstørvum í føroyksum politikki. Eg havi verið løgmaður, fíggjarmálaráðharri, fiskimálaráðharri, fíggjarnevndarformaður og tingformaður. Samstundis er eisini tíðin at trimma flokkin til eitt valstríð, segði Anfinn Kallsberg, tá hann 20. januar í ár valdi at gevast í politikki við virknaði beinanvegin. Anfinn Kallsberg hevur verið ein av absoluttu atkvøðuslúkunum hjá Fólkaflokkinum, og við Anfinni verða heilar 550 persónligar atkvøður leysgivnar, í høvuðsheitum í Norðoyggjum og Klaksvík, har Fólkaflokkurin hevur staðið sterkur. Tveir manns eru, sum kunnu fara at kappast um hesar nógvu atkvøðurnar. Teir eru serliga Jákup Mikkelsen, sum longu umboðar Fólkaflokkin á tingi, og so verður Óli Breckmann eisini nevndur, um hann velur at stilla upp aftur.
Poul Michelsen, Framsókn, 341 atkvøður
Eftir í longri tíð at hava verið ónøgdur við politisku linjuna í Fólkaflokkinum, valdi Poul Michelsen at taka seg úr Fólkaflokkinum og seta á stovn nýggjan flokk, Framsókn. Poul Michelsen hevur umboðað Fólkaflokkin frá 1984 til 1990 og aftur frá 2002. Men at enda gjørdist ónøgdin við førda politikkin so stór, at hann, saman við Honnu Jensen, sum eisini stillaði upp fyri Fólkaflokkin, valdi at taka seg úr og stovna Framsókn. Í seinastu veljarakanningunum hevur Framsókn staðið seg væl, og uttan iva fara fleiri atkvøður úr Fólkaflokkinum, men eisini úr øðrum flokkum, at enda hjá Poul Michelsen.
Jóannes Eidesgaard, Javnaðarflokkurin, 1094 atkvøður
Eftir at tað hevur rumblað í Javnaðarflokkinum leingi og omaná fleiri vánaligar veljarakanningar, valdi Jóannes Eidesgaard at taka seg aftur sum formann í Javnaðarflokkinum, fara úr landsstýrinum og boða frá, at hann gevst í politikki eftir komandi løgtingsval. Jóannes Eidesgaard varð fyrstu ferð valdur í løgtingið í 1990, og var formaður í flokkinum frá 1996 til februar í ár. Hann hevur verið landsstýrismaður í fleiri reisum, og frá 2004 til 2008 var hann løgmaður.
Katrin Dahl Jacobsen, Javnaðarflokkurin, 283 atkvøður
Katrin Dahl Jakobsen hevur umboðaða Javnaðarflokkin á tingi síðani 1998, tó ikki árini 2004 til 2008, tá hon var varafólk. Hon hevur ongantíð verið landsstýrisfólk, men telist tó millum royndu politikararnar í Javnaðarflokkinum, og hevur havt fleiri álitissessir.
Andrias Petersen, Javnaðarflokkurin, 270 atkvøður
Andrias Petersen hevur umboðað Javnaðarflokkin á tingi síðani 2002. Síðan 2008 hevur hann verið fast varafólk á tingi fyri onnur, ið hava tikið sess í landsstýrinum. Hóast royndur í politikki, hevur Andrias Petersen bert verið í andstøðu í tvey ár, millum 2002 og 2004.
Marjus Dam, Sambandsflokkurin, 289 atkvøður
Marjus Dam hevur í nógv ár verið umboð hjá Sambandsflokkinum í Vágum. Hann er fyrstu ferð valdur á ting í 1998 og sat inntil 2008. Eftir at Føroyar gjørdust eitt valdømi var hann ov stuttur at sleppa beinleiðis inn, men tá Sambandsflokkurin kom í samgongu aftur á heysti í 2008, kom hann aftur á ting sum varamaður.
---
Í blaðnum fríggjadagin verður ein viðmerking frá stjórnmálafrøðinginum Boga Eliasen, um hvørjar orsøkir munnu verða til stóru útskiftingina og um hvørjir bygnaðarligir trupulleikar eru í verandi politisku skipan.
RN