Fleiri royndir áðrenn vit taka avgerð um kaikant

OLJA OG KAIKANTUR: -Tess fleiri royndir vit gera okkum, og tess størri førleika vit hava í oljuvinnu, tess betur eru vit før fyri at taka røttu avgerðinar - eisini viðvíkjandi um tað er rætt at varðveita kaikantin í lóggávuni ella ikki - tá tann tíðin kemur sigur Oljuvinnufelagið í viðmerking til úttalilsini, sum hava verið frammi um, at kaikanturin eigur at takast av

Spurningurin um í hvønn mun útlendsku oljufeløgini skulu verða tvungin til at brúka føroyskan kaikant í sambandi við oljuleiting er frammi av og á. Eitt nú hava fleiri framstandandi persónar úttalað seg ímóti hesum kravi ella sett spurnartekin við tað. Teirra millum hava verið formaðurin í Búskapargrunninum, Herman Oskarson og stjórin í føroya Sparikassa, Bjarni Olsen.

Bjarni Olsen, stjóri í Føroya Sparikassa, tók málið fram í sambandi við viðgerðina av fíggjarlógini fyri 2002. og nevndi í útvarpinum herfyri, at tann parturin av oljulóggávuni, sum sigur, at alt skal um føroyskan keikant skal avtakast. Sparikassikassastjórin heldur, at trýstið á føroyska búskapin er um at gerast ov stórt.

Sambart heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum kann Oljuvinnufelagið ikki taka undir við hesi útmeldiningi hjá sparikassastjhóranum.

Har stendur m.a. : Um hugt verður eftir næstu nógvu árunum, verður trýstið á búskapin og arbeiðsmarknaðin hvørki størri ella minni, um kaikanturin verður tikið úr lógini.

Vavið á virkseminum, sum føroyskar fyritøkur tóku lut í fyrsta leitiskeiðnum eftir olju, var ikki stórt. Virksemið kann ikki so frægt sum samanberast við eina hampuliga byggiverkætlan, sum til dømis landssjúkrahúsið ella tá Sparikassin bygdi um úti við Strond. Í ár vóru tríggjar royndarboringar, næsta ár verður ein og í 2003 verða væntandi tríggjar royndarboringar.

Tað hevur havt sera stóran týdning fyri menningina av førleika í
føroyskari vinnu, at virksemið var skipað út úr Føroyum og at føroyskar
fyritøkur tóku lut. Einasti mátin at fyrireika okkum betur til avbjóðingarnar í eini viðvarandi oljuvinnu er júst við at taka lut í virkseminum kring oljuleitingarnar sigur Oljuvinnufelagið og heldur fram:

-Ein oljuleiting í Føroyum er ikki so stór í vavi, at hon ávirkar arbeiðsmarknaðin munandi. Ikki fyrr enn føroyingar finna olju í rakstrarverdum nøgdum, og tí skulu til at byggja út og framleiða, kemur oljuvinnan at fáa ávirkan á búskapin og arbeiðsmarknaðin í størri mun.
Men enn vita vit ikki um ella nær so verður. Tað kunnu saktans ganga fleiri ár. Og búskaparligu royndirnar seinastu 10 árini siga okkum, at eftir fáum árum kann mangt broytast í einum fiskivinnubúskapi sigur Oljuvinnufelagið og slær fast, at tess fleiri royndir vit gera okkum, og tess størri førleika vit hava í oljuvinnu, tess betur eru vit før fyri at taka røttu avgerðinar - eisini viðvíkjandi um tað er rætt at varðveita kaikantin í lóggávuni ella ikki - tá tann tíðin kemur sigur Oljuvinnufelagið í viðmerkingini. Formaður í Oljuvinnufelagnum er Magni Arge, sum eisini er stjóri í Atlantic Airways.