Forsetin sigur eisini, at bústaðir og undirstøðukevið hava fingið skaða.
Eysturukrainski býurin Kharkiv varð raktur av fleiri álopum. Eisini hava álop verið ímóti høvuðsstaðnum, Kyiv.
Zelenskyj sigur í dagligu videorøðu síni, at Russland hevur skotið næstan 40 rakettir av ymsum slag í »enn einum samskipaðum álopið í eini roynd at sleppa undan loftverjuskipanunum«.
Fleiri enn 200 støð eru rakt, teirramillum 139 hús. Nógv eru dripin í »einum vanligum háhúsi, har vanlig fólk búðu«, sigur Zelenskyj.
/ritzau/Reuters