Russar halda fram við at leypa á sivilfólk

Russisku herdeildirnar halda fram við at leypa á íbúðarbygningar, og álopini hava hesa vikuna kostað fleiri sivilfólkum lívið.

Í dag eru í minsta lagi trý fólk - ein kvinna og tvey børn - deyð í einum russiskum rakettálopi á íbúðarbygning í einari bygd í Kherson-regiónini.

 

Tað upplýsa ukrainskir myndugleikar í dag. Lagt verður aftrat, at lopið varð á bygdina, Ponjativka.

 

Í dag hava ein kvinna og ein maður eisini latið lív í Kharkiv-regiónini, tá bilurin, tey koyrdu í, varð raktur í russiskum álopi. 

 

Týsdagin lupu russar eisini á ein íbúðarbygning í býnum, Zaporizjzja, sum er bygningurin á myndini ovast. Talið av deyðum eftir álopið er nú komið upp á 13.

 

Tað er tíðindastovan NTB, sum ber hesi tíðindi frá ukrainskum myndugleikum í dag.