Fiskivinna
Í vikuni hava ikki færri enn seks ísfiskatrolarar landað í Saltangará, og í morgin landa tveir trolarar aftrat.
Teir, sum hava verið inni, eru Stelkur og Bakur við 320.000 pundum, Rókur og Lerkur, sum eisini høvdu 320.000 pund og Jaspis og Ametyst við 228.000 pundum.
Í morgin koma Heykur og Falkur inn at landa, og á Landingarmiðstøðini í Saltangará vænta tey, at teir fara at hava eini 460.000 pund inni.
Stelkur og Bakur og Rókur og Lerkur fóru útaftur í vikuni, og teir fyrru koma ætlandi inn aftur at landa komandi mánadag – og teir seinnu týsdagin, sum er tollaksmessudagur.
Heykur og Falkur, sum landa í morgin, fara ikki útaftur fyru jólahøgtíðina.
Veiðan hjá øllum ísfiskatrolarunum er upsi.
Út triðja dag
Vanligt er, at ísfiskatrolarar liggja um jólini, men tað er rættiliga vanligt, at fleiri av skipunum loysa aftur longu triðja jóladag, og soleiðis verður helst eisini í ár, um líkindini eru til vildar.
Skipini hjá Faroe Seafood fara øll útaftur triðja jóladag, og tað fara leirvíkstrolararnir, Polarhav og Stjørnan, sum hava verið til klassingar, ætlandi eisini.
Sum skilst, er ikki heilt vist, at leirvíkstrolararnir verða klárir, men miðjað verður eftir, at so verður.
Millum aðrar ísfiskatrolarar, sum væntandi eisini loysa triðja jóladag, eru trolararnir í Vestmanna, har serliga Fram og Vesturbúgvin hava roynst sera stinnir í ár og liggja í ovastu røð, bæði í veiðinøgd og veiðivirði.
Góðir túrar
Seinastu árini hava ísfiskatrolarar gjørt rættiliga góðar túrar millum jóla og nýggjárs.
Tá veðrið hevur roynst, og fiskiskapurin hevur verið góður, eru nøkur skip farin niður til Hanstholm at selja fyrst í árinum, og tá hevur eydnast at fáa rættiliga góðan prís fyri lastina.
Eitt ár herfyri høvdu leirvíkstrolararnir soleiðis eina sera góða sølu í Hansholm, og okkurt annað ár seldu Bakur og Stelkur væl.
Onnur skip hava eisini gjørt góðar túrar og hava havt góðar sølur uttanlands fyrst í árinum.
Men tað tekur tíð at sigla av fiskileiðunum og niður til Danmarkar at selja, og hava skipini ikki fingið nóg mikið av kassum, tá loyst verður aftur í Danmark, hevur verið neyðugt at leggja inn í Føroyum eftir kassum, áðrenn nýggjur túrur kundi byrja.
Í slíkum førum kunnu skip missa ein heilan túr.
Tað eru dømir um, at meðan skip sigldu á danska marknaðin við fiskinum – og seldu væl – gjørdu onnur skip, sum førdu fiskin til lands her heima, tveir túrar.
So, hetta er altíð ein spurningur um val – og at taka kjansir.
Men saktans kann tað eydnast í báðum førum, bæði hjá teimum, sum royna danska marknaðin og hjá teimum, sum velja at landa í Føroyum.