Fleiri skip eru farin

Fiskamarknaður Føroya sigur í sínum nýggjastu metingum fyri næstu viku, sum eru gjørdar í dag, at einir átta partrolarar eru farnir avstað nú beint eftir jól, og eisini er onkur djúpvatnstrolari farin nýggjan túr. Haraftrat eru einir 5-6 trolbátar farnir avstað, og teir royna allir eftir havtasku.

- Vit vænta tískil onkran partrolara og onkran av teimum smáu trolbátunum inn í næstu viku. Hinvegin er óvist, um nakar djúpvatnstrolari landar í vikuni, sum kemur, sigur marknaðurin.

Fiskamarknaður Føroya leggur aftrat, at øll línuskipini liggja við bryggju og loysa neyvan fyrr enn eftir ársskiftið.

- Eitt garnaskip kemur inn at landa mánadagin. Hini bæði koma væntandi inn miðskeiðis í næstu viku. Garnaskipini royna øll eftir havtasku, sigur Fiskamarknaður Føroya í sínum nýggjastu metingum fyri næstu viku.

Lagt verður aftrat, at væntandi verður eisini nakað av útróðrarfiski í næstu viku, tí streymurin er góður, og veðrið sær út til at hátta sær nøkulunda.