Fleiri reiðarí fyrireika seg nú til at senda síni farmaskip ígjøgnum siglingarleiðirnar í Arktis, og summi hava longu lagt ta fyrstu ferðaætlanina. Ovastin fyri tí russiska ísbrótaraflotanum Atomflot, Vyacheslav Ruksha, sigur við The Barents Observer, at minst seks skipafylgi hava boðað frá, at tey vilja hava ísbrótarar at hjálpa sær úr Barentshavinum eystur í Kyrrahavið.
Sambært russiska ovastanum er talan um tangaskip, men hann sigur, at onnur farmaskip kunnu eisini fáa hjálp frá teimum kjarnorkuriknu ísbrótarunum. Higartil hevur Atomflot fingið 15 bíleggingar um hjálp í 2011.
Í summar sigldu fleiri norsk og russisk skip arktisku leiðina millum Barentshavið og Kyrrahavið.