Fleiri skip sleppa nú at fiska makrel

Tá makrelurin fyrr í ár varð útlutaður, fingu nótaskip, ídnaðarskip og onnur skip, sum framman undan høvdu loyvi at fiska í føroyskum sjógvi, atgongd at fiska makrel. Jacobsen Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur nú gjørt av at útluta 3.250 tons av makreli, so onnur fiskiskip undir føroyskum flaggi, sum í fyrsta umfari ikki sluppu upp í part, eisini kunnu fiska makrel í føroyskum sjógvi.

Talan er um kvotu, sum landsstýrismaðurin hevur at ráða yvir innan fyri karmin av samlaðu føroysku kvotuni upp á 85.000 tons.

Kvotan verður útlutað sum felagskvota.

Tað upplýsir fiskimálaráðið.