Fleiri skotsk avboð

Umframt avboð frá James McFadden og Kenny Miller hevur skotski landsliðsvenjarin nú fingið enn meira at hugsa um. Tá skotska landsliðið fór til Eysturríkis, har teir skulu spæla leygardagin, vóru hvørki Steven Pressley, Craig Beattie, Russel Anderson ella Scott Brown við í ferðalagnum. Teir tríggir fyrstnevndu verða ikki tøkir til dystin í Føroyum, meðan tað enn er møguligt, at Brown verður tøkur. Einasti spælarin, sum higartil er tikin afturat í hópin, er Christian Dailly úr West Ham. Men McLeish sigur, at hann møguliga fer at taka onkran spælara út afturat, áðrenn farið verður til Føroya.