Fleiri steypaskelkir í kvøld

Fimm dystir hava verið í Coca-Cola steypakappingini í hondbólti í kvøld, og fleiri av dystunum blivu javnari, enn nakar hevði væntað frammanundan.

 

Hjá kvinnunum vann Neistin á útivølli 32-26 á VÍF, eftir at hava verið á odda 16-11 í hálvleikinum, og hetta var eisini nøkulunda úrslitið, ið kundi væntast í hesum dystinum.

 

Somuleiðis var væntandi, at Stjørnan skuldi fara at vinna á Tjaldri, hóast henda endurtøkan av steypafinaluna síðsta ár var í Runavík. Stjørnan var á odda 12-9 í hálvleikinum og vann 29-23.

 

Hjá monnum var helst mest óvæntaða úrslitið, at H71 skuldi vinna stórt á VÍF í Vestmanna. H71 vann 30-24, eftir at VÍF hevði verið á odda 12-11 í hálvleikinum, so hetta var ikki sørt óvæntað.

 

Team Klaksvík, sum tapti stórt fyri KÍF um vikuskiftið, var betur mannað í kvøld og fekk eisini bitið frá sær, tí KÍF vann bara akkurát við einum máli, 24-23, og var bara eitt mál frammanfyri í hálvleikinum, 13-12.

 

Drúgvasti dysturin var í Havn millum Neistan og Kyndil, har tað stóð á jøvnum 17-17 í hálvleikinum og 29-29, tá tíðin var farin. Men í umdystinum gjørdi Neistin bart, var seks mál betri og vann 38-32, tá avtornaði.

 

Í annaðkvøld eru aftur tveir steypadystir. Klokkan 18.30 tekur næstbesta H71-liðið ímóti StÍF, og klokkan 19.30 spæla Kyndil og StÍF. Enn er ikki greitt, nær VB og næstbestu VÍF-kvinnurnar spæla.