Tað hevur tikið eina løtu hjá TB, at fáa myndað liðið til komandi kappingarár. Eftir formansskiftið kom eitt venjaraskiftið, og enn er ikki greitt hvør verður venjari. Men nú er greitt, at hópur myndast við Stórá.
Salmundur Bech hevur skrivað undir saman við Andriasi og Allani úr Hvalba. Nú er John Villi Leo eisini komin upp á pláss í hópinum hjá TB.
- Nú legst afturat við dugnaligum fólki úr Suðuroynni! Andrias og Allan hava leitað sær til Tvøroyrar úr Hvalba, Salmundur er komin úr Porkeri og nú hava vit fingið ein hálvan tvøramann, úr Vági, at taka dystin upp, saman við okkara egnu, dugnaligu, lokalu spælarum. John Villi Leo hevur til okkara stóru gleði, valt at seta sína undirskrift á sáttmála fyri 2023, skrivar TB og leggur afturat:
- Eins og Salmundur, so hevur John Villi sína fótbóltsuppaling í FC Suðuroy, har hann hevur lspælt 95 dystir fyri besta liðið. 25 ára gamli vágbingurin spældi við næstbesta felagsliðnum í 2017, men beit seg síðan fastan á besta liðið árið eftur. Miðvallarin hevur spælt 30 dystir fyri besta felagsliðið og 63 fyri besta liðið hjá TB, har hann hevur skorað 4 mál. John Villi er ein fongur fyri TB og gleða vit okkum til at síggja hann á vøllinum aftur.
Av øðrum kunnu nevnast lokali Poul Ingason og ungi danski málverjin, Anders Hoff, ið kemur við einum ummæli sum ein evnaríkur málverji. TB spælir í fyrsta umfari móti KÍ í Klaksvík.