Fleiri TB spælarar eru farnir til hús

Hjá EB/Streymi er landsliðsspælari leikbannaður

Í botninum er EB/Streymur framvegis ikki leyst av vandanum at flyta niður. Seinnapartur verður gyltur møguleiki at taka stig rætta vegin, tá ið TB verður gestur í Hólmanum á Eiði.

 

-Síðst taptu vit 3-2 á útivølli ímóti B36, sum skoraði sigursmálið við brotssparki í síðstu sekundunum. Vit vóru frammanfyri 2-0, og tað sigur seg sjálvt, at vit vóru vónbrotnir. Men vit hava fokus á hugburðinum. Um hann verður tann sami tríggjar teir síðstu dystirnar – ímóti TB og B68 á heimavølli og í Klaksvík – so eiga vit at vinna stigini, sum skulu tit fyri at sleppa undan at flyta niður, sigur Jákup Martin Joensen, venjari hjá EB/Streymi.

 

Símun Sólheim hevur verið upptikin á U-21 landsliðnum, og hann er leikbannaður í dag. Heðin Klakstein verður ikki við aftur í ár. Hann hevur brotið nøsina. Miðvallarin Elias El Moustage er framvegis skaddur, og Ári Arge er tøkur aftur, eftir at hann var leikbannaður næstsíðsta vikuskifti.

 

Av Tvøroyri skilst, at fleiri av útlendsku spælarunum eru farnir til hús, og tað vera harvið fleiri føroyingar á liðnum tað, sum er eftir at kappingini, enn tað higartil hava verið. Nikolei Johannesen er leikbannaður. Kortini kann roknast við, at tað í dag og tær báðar næstu ferðirnar fara at vera fleiri heimamenn á liðnum, enn tað hava verið fyrr í ár.