Ein íbúðarblokkur í býnum, Beit Lahiya í norðara parti av Gazageiranum, er sambært Reuters bumbaður í einum ísraelskum álopi.
Sagt verður, at blokkurin er í fýra hæddum og fleiri tíggjutals fólk, sum vóru flóttar í bygninginum, liggja í leivdunum.
- Bygningurin varð bumbaður uttan ávaring, sigur Ismail Ouaida, sum var vitni til álopið og hevur hjálpt til við at leita eftir fólki í leivdunum.
Ísraelska verjan (IDF) sigur sambært AFP, at tey fara at kanna átakið ímóti bygninginum.
Sambært talsmanni hjá Heimsheilsustovninum (WHO), Tarik Jasarevic í Geneve, eru ov fá heilsustarvsfólk til so mong løstað.
- Hetta vísir, hvussu trupult tað er norðuri í Gazageiranum yvirhøvur at veita nakra heilsuhjálp, sigur Tarik Jasarevic.
Útlendskir miðlar vita í dag at siga, at í minsta lagi 93 fólk lótu lív í álopinum á býin, Beit Lahiya, í norðara parti av Gazageiranum.