Tvey ymisk útbrot av salmonella og eitt útbrot av hepatitis-A gera í løtuni um seg í Danmark, og í løtuni eru 48 fólk sjúk av teimum báðum sjúkunum.
Statens Seruminstitut boðar frá, at 34 fólk hava fingið staðfest salmonella. 23 teirra eru smittað av slagnum Strathcona, meðan 11 hava fingið staðfest kasnyi, sum eru tvey sløg av salmonella, ið eru rættiliga óvanlig í Danmark.
14 fólk hava fingið hepatitis-A, og 11 teirra hava verið innløgd.
Hóast tað framvegis ikki er heilt greitt, hvørjar smittukeldurnar eru, kann Statens Seruminstitut staðfesta, at tey smittaðu hava ikki verið og ferðast, og eiheldur hava tey verið í størri samkomum. Hetta týðir sostatt á, at smitturnar kunnu vera komnar úr matvørum, sum eru innfluttar til Danmarkar, og sum verða seldar um alt landið.
Tað er serliga hepatitisvirusið, sum elvir til livrabruna, sum kann fáa ógvisligar heilsuavleiðingar, og mett verður, at umleið 80 prosent av teimum, ið verða smittað við hepatitis, verða innløgd á sjúkrahúsi.
Í viðmerking til Miðlahúsið sigur Heilsufrøðiliga starvsstovan, at í løtuni er eingin illgruni um smitturnar í Føroyum, tí at hvørki salmonella- ella hepatitistilburðir hava verið fráboðaðir her um leiðir, umframt at heilsufrøðiliga starvsstovan hevur ikki fingið boð frá Statens seruminstitut um, at salmonella- ella hepatitisfongd matvøra er seld í Føroyum.