Fleiri tilburðir av koronu í gjár

Í tveimum førum er smittukeldan ókend

Í gjár vóru sjey tilburðir av koronu staðfestir afturat Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum. Í fýra førum er smittukeldan kend, í tveimum førum er smittukeldan ikki kend, og ein persónur er staðfestur smittaður fimm dagar eftir at hann kom til Føroyar. Í fyrradagin vóru tríggir tilburðir og sostatt eru 10 fólk smittað hesar báðu seinastu dagarnar.

 

Landslæknin sigur, at í gjár vórðu 1215 kanningar gjørdar. Í løtuni eru 43 smittað við koronu í Føroyum og 155 fólk sita í sóttarhaldið.

 

Samstundis gongur tað eitt sindur strilti við koppsetingini, tí í gjár vórðu bara 188 fólk koppsett.