Fleiri tons av vatni til blómurnar

Turkurin seinastu vikurnar merkist hjá blómunum. Ikki minst teimum blómum, sum urtagarðsfólk hava plantað á Bryggjubakka í Havn, har stórarbeiði er farið fram í sambandi við nýggja nógv umrøddu trappuna í Vágsbotni – og tí arbeiði, sum er gjørt fram við Bryggjubakka.

 

Urtagarðurin undir vestara enda á Havnar kirkju er eisini broyttur í sambandi við arbeiðið, sum er gjørt har. Urtagarðsfólkin hava plantað av nýggjum – men turkurin seinastu vikurnar krevur sítt. Tí var Tórshavnar Sløkkilið og hjálpti til í gjár.

 

– Eg havi nú sproyta eini 5-6 tons av vatni yvir hesar blómurnar, men tað ger ikki so stóran mun, sum tú skuldi hildið, sigur Osvald S. Johansson frá sløkkiliðnum, tá in.fo hitti hann har seinnapartin í gjár.

 

Sambært veðurforsøgnunum, so heldur turkurin við næstu dagarnar, so verða helst boð eftir Osvaldi og starvsfeløgum hansara næstu dagarnar, um nýggju plantunum skal verða lív lagað.