Fleiri toppuppgerðir

Tað er sjáldsama tætt í toppinum í næstbestu fótbóltsdeildini. Fýra lið hava 12 stig, og tvey lið hava 10 stig. Fleiri av toppliðunum bresta saman seinnapartin.

Í upprunaliga yvirlitinum stendur, at sandoyingar skuldu vitja á Tvøroyri, men tann dysturin verður á Sandi. Bæði B71 og TB hava tólv stig.

Saman við teimum báðu omanfyri nevndu verður VB/Sumba roknað millum favorittarnar at flyta upp. Avbjóðingin hjá VB/Sumba verður stór seinnapartin, tá ið mótstøðuliðið í Gundadali verður HB.

Einastu liðini, sum ikki hava vunnið, eru Skála og MB. Hesi bæði hittast á Skála í dag.

 

Í dag

Skála-MB: Andreas Josephsen kl. 16.00

B71-TB: Lars Müller kl. 15.00

NSÍ-Víkingur: Alex Troleis kl. 17.00

HB-VB/Sumba: Høgni Hansen kl. 15.00

B68-FC Hoyvík: Birgir Sondum kl. 15.00

 

B68, B71, VB/Sumba og TB 12

HB og FC Hoyvík 10

NSÍ 6

Víkingur 5

Skála og MB 1