Fleiri túsund mótmæla ólógligari fólkaatkvøðu

Í fleiri sponskum býum vóru mótmæli í gjár ímóti fólkaatkvøðuni í Catalonia í dag

Tíggjutúsundtals spaniólar mótmæltu í fleiri stórum býum ímóti catalonsku fólkaatkvøðuni um loysing í dag.

 

Í høvuðsstaðnum í Catalonia, Barcelona, vóru fleiri túsund savnað á einum torgi framman fyri landspartastjórnini, sum hevur trýst á fyri at fáa hesa fólkaatkvøðuna, sjálvt um hægstirættur í Spania hevur lýst fólkaatkvøðuna ólógliga.

 

»Catalonia er Spania« og »vit eru catalonar« ljóðaðu herrópini.

 

– Eg eri troytt av hesum sundurbýtinum, troytt av anti-demokratii, troytt av hesum svíkjarunum og troytt av hesum lógarbrotunum, sigur 54 ára gamla Maria Joes Morene um fólkaatkøvðuna.

 

– Hon hevur ført til stjóra ósemju og spjaðing mllum catalonar og restina av fólkinum í Spania.

 

Stjórnin í Madrid hevur lovað at forða fyri, at fólkaatkvøðan verður hildin. Tað er millum annað hent við at steingja atkvøðuhøli og leggja hald á atkvøðuseðlar.

 

Samstundis hava myndugleikarnir afturhildið fleiri fólkum, sum hava meginleiklutir í fólkaatkvøðugreiðsluni.

 

Í samrøðu við tíðindastovuna AFP sigur forsetin í Catalona, Carles Puigdemont, at alt er klárt til fólkaatkvøðuna í landspartinum, har tað búgva um 7,5 milliónir fólk.

 

Í Madrid vóru fleiri túsund mótmælisfólk við spanska flagginum á Plaza Cibeles framman fyri ráðhúsið.

 

» – Eg eri spanióli, spanióli, spanióli...« ljóðaðu herrópini frá mannamúgvuni.

 

Nøkur  mótmælisfólk kravdu, at fyrrverandi journalisturin og ídni stríðsmaðurin fyri catalonskum sjálvstýri, Carles Puidemont, skuldi fongslast.

 

Tann 32 ára gamli lærarin, Eduardo Carcia, ákærir catalonsku stjórnina fyri at skapa spjaðing í fólkinum.

 

– Í síðsta enda er hetta ógvuliga syrgiligt. Og støðan er vorðin ógvuliga fløkt, tí hesar kenslur nú eru vaktar, sigur hann.

 

Nógv mótmælisfólk halda, at Mariano Rajoy, forsætisráðharri, hevur gjørt ov lítið fyri at steðga atkvøðugreiðsluni.

 

– Staturin skal greiða frá fyrimununum við at vera sameind, í staðin fyri bert at endurtaka, at atkvøðugreiðslan er ólóglig. Men Spania hevur ongan leiðara, sigur 59 ára gamli Rafael Castillo framman fyri ráðhúsið í Madrid.

 

/ritzau/AFP