Fleiri umsóknir til Setrið

Áhugin fyri at nema sær útbúgving á Fróðskaparsetri Føroya er støðugt vaksandi, og tá freistin at søkja eftir kvotu 2 var farin hálvan mars, hevði Fróðskaparsetrið fingið 159 umsóknir, sum eru 35 umsóknir fleiri enn í fjør.

Kvota 2 er ætlað teimum umsøkjarum, sum ikki hava nóg gott miðaltal frá miðnámsskúla, ella sum hava onnur, javngóð prógv á sama stigi ella hægri, og aðrir førleikar enn miðnámsskúlaprógv kunnu eisini telja við.

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðu við Sigurð í Jákupsstovu, rektara á Fróðskaparsetri Føroya.