Fleiri umvælingar enn væntað

Smyril sleppur ikki í dokk mánadagin, sum ætlað, tí í løtuni er Dúgvan til umvælingar og tær gjørdust drúgvari enn væntað. Men tá ið suðuroyingar síggja hann aftur, verður hann bláur

Samferðsla

Hetta er tíðin, tá ið Strandferðslan plagar at fáa skipini í beding og á dokk til umvælingar. So er aftur í ár, men tíverri noyðist Strandferðslan at ásanna, at ætlanin, sum varð løgd fyri hesar umvælingar, kemur ikki at halda.
Í løtuni er Dúgvan til umvælingar á Skála og mánadagin skuldi Smyril standa fyri tørnið.
Men tað er greitt, at Smyril sleppur ikki í dokk mánadagin sum ætlað.
?Skipini eru gomul og tá ið arbeiðið uppá tær fyrst ewr byrjað, vísir tað seg mangan, at meiri er at gera, enn væntað, sigur Magnus Magnussen, tekniskur leiðari á Strandferðsluni.
Hann sigur tí, at Dúgvan verður eina viku seinkað av beding og tástaðni sleppur Smyril í dokk, so tað verður ikki, fyrrenn næsta mánadag, 13. mai, at Smyril sleppur framat.
Tekniski leiðarin sigur, at tað serliga var á landgongubrúnni, at fleiri umvælingar vóru, enn roknað varð við. Men harafturat skuldi skipið málast og tað hevur viðrað illa til tað, so alt í alt verður skipið seinkað av beding.
Summi hava hildið, at tað átti at borið til at koyrt Smyril á beding ímeðan verkfall er og hann liggur kortini við bryggju.
Men tað ber ikki til.
Magnus Magnussen sigur, at tað ber ikki til at broyta ætlanir, sum eru lagdar.
? Eitt verkfall kann enda, áðrenn vit vita av og tá má skip verða tókt. Stóð Smyril tá á beding, hevði onki skip verið, sigur hann. Arbeiðið á skipasmiðjuni er eisini lagt til rættis og tað ber ikki til at broyta tað gongdina.

Ongar avleiðingar
Eftir ætlan skuldi Smyril vera í dokk í smáar tvær vikur. Hann skuldi fara í dokk mánamorgun og verða klárur aftur til fríggjakvøldið í vikuni eftir, tann 17. mai.
Hóast verkfall er, verður ongin trupulleiki at fáa Smyril í dokk, tí hóst ongir navigatørar eru at sigla av verkfalli, ber til at sleipa hann inn á Skála.
Ímeðan Dúgvan og Smyril eru til umvælingar, er tað estlendska ferjan, Scania, sum røkir ferðasambandið.
Og tað er heldur ongin neyð við Scaniu, tí Strandferðslan hevur leigað hana til 26 mai, men hevur rætt til at leiga hana í 14 dagar afturat, so stendur á, kann hon verða í Føroyum til einaferð í juni mánað.
Men tá ið Smyril so kemur aftur í sigling, verður talan um eitt munandi nossligari skip. Umframt at bógskrúvuna og annað skal kannast eftir kravi frá sýninum, skulu teppi og gardinur, skiftast, nýggj flúgvarasetur setast í og skipið yvirhøvur hampast innan, so at tað verður hugaligari hjá ferðafólki, sigur Magnus Magnussen.
Og so eitt afturat: Hann skal eisini málast, og tað verður í tí nýggja litinum hjá Strandferðsluni, so tá ið suðuroyingar síggja Smyril aftur, mugu teir venja seg við, at hann er bláur. Og nú Smyril er málaður, hava øll strandfaraskipini fingið tann nmýggja, bláa litin.