Norski fólkaheilsustovnurin veit at siga, at tað eru fleiri og fleiri kvinnur, sum velja at steðga viðgongutíðini, um tað verður staðfest við kanningum, at barnið í móðurlívi ber brek.
Sagt verður, at í 2010 valdu 12 prosent av kvinnunum, sum vóru við barn, at taka fosturið, tá tað varð staðfest, at fosturið bar brek, og í 2024 var talið 27 prosent.
- Tølini siga, at hetta er galdandi fyri øll sløg av kromosom-frábrigdum, veit tv2. no at siga.
Norski heilsustovnurin sigur, at talið av barnburðum, sum vórðu avbrotnir við down syndrom, er vaksið úr 36 prosentum í 2010 upp í 75 prosent í 2024.
Ráðgevin hjá norska fólkaheilsustovninum staðfestir við hesum tølum, at talið av føddum børnum, sum bera brek, eisini er minkandi.
- Kanningarhættirnir eru vorðnir betri, og tí verður eisini funnið fram til møgulig brek fyrr í viðgongutíðini, sigur ráðgevin, Liv Cecilie Vestrheim Thomsen við tv2.no










