Tað eru alsamt fleiri føroyingar, ið heldur velja at nema sær útbúgving í Føroyum enn aðrastaðnis. Tað vísa nýggjastu hagtølini hjá Studna.
Í lestrarárinum 2016/2017 vóru tað 1023 lesandi í Føroyum, 1199 lesandi í Danmark og 138 lesandi aðrastaðni.
Talan er um ein vøkstur í talinum av lesandi í Føroyum, og aldrin áður hava so nógv lisið í Føroyum. Í lestrarárinum 2015/2016 lósu 973 næmingar í Føroyum, og eru tað harvið 50 lesandi fleiri í ár enn í fjør.
Í Danmark fall talið av lesandi frá 1303 í 2015/2016 til 1199 lesandi í 2016/2017, ið er ein minking á 104 lesandi. Tað er eisini 236 lesandi færri enn í 2013/14, tá flest lesandi vóru í Danmark.
Tey, ið velja at taka sær eina útbúgving aðrastaðni enn í Føroyum og Danmark, eru vorðin alsamt færri í tali síðan 2011/2012, tá 256 lesandi lósu aðrastaðni. Í farna lestrarárið vóru einans 138 lesandi, ið valdu at lesa uttanfyri danska kongaríkið. Tað vil siga ein minking á 118 lesandi.
Studni upplýsir á heimasíðuni, at tølini fyri lesandi í Føroyum eru gjørd við støði í mánaðarliga lestrarstuðlinum - øll á hægri útbúgvingum, ið hava fingið stuðulin í skúlaárinum, eru tald við. Tølini fyri lesandi uttanlands eru gjørd við støði í ferðastuðlinum - øll á hægri útbúgvingum, ið hava fingið stuðulin í skúlaárinum, eru tald við.