Fleiri vendu sær til løgregluna

- Tá fólk sóu í miðlunum, at tveir útlendingar vóru saknaðir, ringdu fleiri, sum vistu okkurt at siga, sigur løgreglan, sum fegnast um, at alt spældi væl av.

- Tá fólk sóu í miðlunum, at tveir útlendingar vóru saknaðir, ringdu fleiri, sum vistu okkurt at siga. Tað var tí til stóra hjálp, at miðlarnir bóru tíðindini um menninar, soleiðis at leitingin kundi avblásast so skjótt.

 

Tað sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn, nú tað vísir seg, at menninir, sum fóru til fjals á Viðoynni í dag, eru afturkomnir í øllum góðum og hava tað gott.

 

- Tá vit einki vistu frá monnunum, og teir hugsandi vóru farnir niðan á Villingardalsfjall í kuldanum og kavanum - og at teir kanska vóru har framvegis - ja, tá máttu vit seta leiting í gongd.

 

Norðoya Bjargingarfelag hevði mannað seg við 10-12 monnum við átaksleiðara á odda, og tyrlan hjá Atlantsflogi varð eisini boðsend at verða við í leitingini.

 

- Men, tíbetur spæld alt væl av. Tá miðlarnir høvdu borið tíðindini um, at tveir útlendingar vóru saknaðir, ringdu fleiri fólk og søgdu seg vita ymiskt um menninar.

 

Vaktleiðarin vísir á, at onkur ringdi, sum segði seg hava koyrt menninar av Viðareiði, og onkur ringdi, sum segði seg hava teir búgvandi. 

 

- Vit hava verið í samband við menninar, og teir siga seg hava verið ávgis niðan á Villingardalsfjall í dag, men vendu aftur og vóru fyrr aftur í bygdini enn ætlað, sigur vaktleiðarin í kvøld.

 

Les eisini: Nú verður farið at leita