Fleiri vilja búgva á Strondum

Eingin ivi er um, at nýggi Eysturoyartunnilin hevur havt sína stóru ávirkan, tí nú tekur tað bara eitt korter at koyra millum Strendur og høvuðsstaðin.

 


Tað hevur rímiliga nógv byggivirksemi verið í Sjóvar kommunu seinastu árini, og her eru fleiri nýggj sethús komin upp, eins og fleiri eru á veg.

 

Hetta sæst nú eisini aftur í fólkatalinum, og tað fegnast tey í kommununi um. Dagstovnurin, sum í sínari tíð næstan var ov stórur, er nýliga útbygdur.

 

Eingin ivi er um, at nýggi Eysturoyartunnilin hevur havt sína stóru ávirkan, tí nú tekur tað bara eitt korter at koyra av Strondum til Havnar.

 

Hin 1. januar í ár, búðu sambært Landsfólkayvirlitinum 1104 fólk í Sjóvar kommunu, men í dag eru tey 40 fólk fleiri - ella ein vøkstur á 3,6 prosent.

 

Fólkatalið í Sjóvar kommunu í dag er 1144, spjatt yvir hesar bygdir í kommununi:

 

Innan Glyvur (88), Kolbeinagjógv (34), Morskranes (33), Selatrað (40) og Strendur (949 fólk).

 

- Vit fegnast um at vera ein kommuna í vøkstri, siga tey í Sjóvar kommunu í dag, har tey sjálvandi fegnast um góðu gongdina í fólkatalinum.