Fleiri vilja húsa Taks

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur fingið fleiri tilboð um at hýsa eini felags umsiting hjá norðurøkinum hjá Taks. Tað segði Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður í fíggjarmálum.

Ætlanin at leggja umsitingina hjá Taks í Saltangará og í Klaksvík saman, hevur fingið nógva umrøðu í Løgtinginum í dag.

Tað var fyri nøkrum døgum síðani, at landsstýrismaðurin segði í Sosialinum, at hann kannaði møguleikarnar at leggja Taks í Saltangará og í Klaksvík saman. Ongin avgerð er tikin um, hvar samanlagdi stovnurin skal vera, men hann helt, at Klaksvík er eitt gott boð og hann legði afturat, at møguleikarnir verða nú kannaðir at keypa býráðhúsið í Klaksvík til endamálið.

Men síðani tá hava fleiri vent sær til landsstýrismannin og bjóða onnur høli fram til eina felags Taks-umsiting fyri norðurøkið.

Hann sigur, at hann hevur fingið tilboð um høli bæði úr Klaksvík av Skálafjørðinum.

Spurningar Hvussu nógv verður spart við at flyta TAKS úr Saltangará til Klaksvíkar.

? Eru møguleikarnir í Eysturoy kannaðir fyri at keypa, leiga ella byggja hóskandi bygning til virksemi hjá TAKS

? Er býráðshúsið í Klaksvík alment lýst til sølu.

? Stendur samgongan aftanfyri landstýrismannin í avgerðini at flyta TAKS

Viðmerkingar

Í nærum hálva øld hevur Gjaldstovan nú TAKS verið ein vælvirkandi almennur stovnur í Saltangará. Í dag starvast 20 fólk á stovninum, ið liggur í einum fólkaríkum umhvørvi við fjølbroyttum og virknum vinnulívi. Tí standa borgarstjóri, løgtingslimir, starvsfólk og brúkarar í økinum spyrjandi, hvat veruliga liggur aftanfyri burturflytingina.

Tá ein vælvirkandi almennur stovnur verður ryktur burtur úr umhvørvinum, har lítið annað alment virksemi er frammanundan, má fult gjøgnumskygni valda, hví landstýrismaðurin velur at fremja hetta risa afturstigið mótvegis Eysturoynni.

Tað er átaluvert, at politiski myndugleikin seinastu árini brúkar flytingar av almennum stovnum, eins væl og fráboðan av nýggjum stovnum, til at styrkja seg politiskt í økjunum, tí stovnarnir verða í flestu førum lagdir í nærumhvørvinum hjá avvarandi landstýrismanni.