Fleiri vilja ættleiða lítlu Angel

Ein hundur fann ta fjúrtan dagar gomlu gentuna og bar hana til hús. Nú vilja fleiri sleppa at ættleiða hana

Myndirnar av teirri lítlu gentuni eru farnar um allan heimin, og tær hava eftir øllum at døma ávirkað mong. Tí nú hava myndugleikarnir í Kenya fingið tilboð frá fólki í Japan, Suðurafrika og Venesuela, sum fegin vilja sleppa at ættleiða Angel.
? Hon bleiv tveitt burtur sum burturkast, og í dag verður hon mett sum eitt satt undur, sigur Catherine Gicheru. Hon er blaðstjóri á kenyanska blaðnum Daily Nation, sum bar søguna um ta lítlu gentuna.
Søgan er eisini rættiliga sjáldsom og hugtakandi. Ein týk fann ta lítlu gentuna. Varisliga beit hon í eitt plagg, sum gentan var í, og síðani bar hon gentuna til hús og legði hana ímillum sínar egnu hvølpar.
Gentan bleiv alt fyri eit flutt á Kenyatta-sjúkrahúsið, og læknarnir siga, at hon hevur tað gott. Mong hava ringt til sjúkrahúsið við tilboðum um pengar, klæðir og annað, og so eru tað eisini tey, sum bjóða sær til at ættleiða Angel.
Kenyansku myndugleikarnir siga, at teir fara at viðgera umsópknirnar um ættleiðing seinni.