Hann starvast sum leiðari á fyribyrgingardeildini hjá Bláa Krossi og hevur merkt, at fleiri og fleiri arbeiðspláss, fyritøkur, stovnar og kommunur ynskja hjálp til rúsevnispolitikk.
- Fyrispurningarnir frá arbeiðsplássunum vísa, at politikkur á økinum er ikki nóg mikið. Leiðarar, álitisfólk og onnur mugu haraftrat læra hvussu tey skulu fyrihalda seg, tá ið ítøkiligir trupulleikar stinga seg upp, sigur Sjúrður.
Tí bjóðar Blái Krossur undirvísing og ráðgevingartænastu, frá fólki við drúgvum royndum á hesum øki.
Dentur verður m.a. lagdur á at lýsa hvørja uppgávu leiðslan hevur og hvørjar uppgávurnar eru hjá starvsfelaganum.