Í desember 2013 avgjørdi Tvøroyrar kommuna at bjóða hølir til lesandi í jólafrítíðini, og avgjørt var, at gomlu skúlahúsini skuldu vera karmur um hetta. Húsini liggja mitt í býnum, eru í tveimum hæddum við góðum umstøðum og tráðleysum neti.
- Tilboðið var ætlað sum ein tænasta til teirra, ið eitt nú vóru heima í jólafrí, men sum høvdu stórar uppgávur fyri framman, og tí høvdu tørv á at sita í friði og náðum og arbeiða við hesum. Men onnur lesandi vóru eisini vælkomin at brúk hølini.
Tvøroyrar kommuna sigur, at tilboðið varð sera væl móttikið, og fleiri lesandi brúktu høvi at vera í hølunum so at siga hvønn dag frá hálvum desember og út móti hálvum januar.
Ásannandi, at tað er tørvur á økinum, metti kommunan tað vera sera umráðandi, at tey lesandi hava góðar umstøður at arbeiða undir, eisini tá lestrarstøðini hava frí.
- Tískil gjørdi Tvøroyrar býráð í februar av eisini at veita hesa tænastuna til lesandi í øllum feriutíðum og annars eisini eftir tørvi hjá teimum lesandi, sigur Tvøroyrar kommuna í dag.
Lagt verður aftrat, at kunningarstovan á Tvøroyri veit nærri at siga um tilboðið, og haðani kunnu fólk venda sær, sum ynskja sær lestrarinnivist um jólini.