Flemming og Rógvi skulu venja kvinnurnar

Hondbóltssambandið hevur gjørt av, at tað verða Flemming Raben og Rógvi Nielsen, sum í felag fara at taka sær av kvinnulandsliðnum

Kvinnulandslið
Jákup Mørk

Tað er nú nakað síðani, at Hondbóltssambandið so spakuliga fór undir at leita sær eftir venjara til kvinnulandslið. Eitt landslið, sum tað onkra tíð hevur verið tosað nógv um, men har tað higartil ikki er blivið til meira enn bara tosið, um sæð verður burtur frá tveimum landsdystum móti Svøríki fyri nakað av tíð síðani.

Kapping í apríl
Nú skal tó broyting koma í. Eivind Jacobsen, sum er formaður í Hondbóltssambandinum, váttar, at HSF hevur gjørt av, at tað verða Flemming Raben og Rógvi Nielsen, sum framyvir koma at taka sær av kvinnulandsliðnum.
- Onkrar aðrar umsóknir vóru eisini til starvið, men vit hava so gjørt av, at hesir báðir eru teir, sum hóska best til tað, sum vit hava ímyndað okkum. Ikki minst tí teir eisini hava sera góðan kunnleika til einstøku leikararnar, sigur Eivind Jacobsen um valið, sum nú er tikið.
Og í mun til onkra aðra ferð, tá tosið hevur verið frammi, so hevur HSF ógvuliga konkretar ætlanir við kvinnulandsliðnum. Eitt nú hava vit áður víst á, at HSF hevur sýnt áhuga fyri tilmeldan til sonevndu Challenge-Trophy kappingina, sum er ein kapping fyri tey lond, sum ikki megna at ferðast í heimselituni. Hendan kappingin verður í apríl mánaði, og sambært formanninum, so verður tað miðað ímóti, at Føroyar tá skulu taka lut.
- Vit hava kanska ikki tær heilt stóru peningaupphæddirnar at arbeiða við, men vit halda okkum tó hava sett somikið av, av vit kunnu fara spakuliga ígongd. Ætlanin er so, at vit vera við í apríl mánaði, tá Challenge-Trophy kappingin er, og fyri mær tykist hendan kappingin vera eitt sera hóskandi útgangsstøði, heldur Eivind.
- Bæði tí vit her koma at spæla móti londum, sum í styrki eru á leið á okkara støði, og ikki minst tí tað fyri okkara viðkomandi hóskar sera væl, at kappingin er í apríl, tá okkara leikarar skuldu verið so væl fyri, sum yvirhøvur gjørligt.

Hava góðar møguleikar
Eivind Jacobsen hevur í mangar mátar verið ein av teimum, sum hevur lagt eitt stórt arbeiði eftir sær innan kvinnuhondbólt, og hann dylir ikki fyri, at eftir hansara fatan hava kvinnurnar góðar møguleikar at gera seg galdandi.
- Vit eru nokk fleiri, sum halda, at kvinnurnar í sín part hava størri møguleika at røkka nøkrum góðum úrslitum, enn menninir hava tað. Í mun til aðrar ítróttargreinar, so tykist hondbólturin hava eitt nógv betri tak á kvinnunum, og hartil eri eg ikki so bangin fyri, at fysiski munurin verður so stórur, sum hann ofta er tað í manshondbólti. Tí vil tað í nógvar mátar vera lættari at koma upp at støðinum hjá fleiri av mótstøðuliðunum, men móti teimum stóru hondbóltstjóðunum koma vit helst ongan tíð at hava nakran møguleika, kortini, heldur hann.
Hvussu er og ikki, so er einki at ivast í, at fyri kvinnuligu leikararnar kring landið, eru tað góð tíðindini, sum HSF-formaðurin nú borðreiðir við. Sum skilst, so hava venjararnir báðir longu gjørt av, hvussu fyrsti bruttohópurin upp á 25 leikarar sær út. Boðini til hesar fara út nú ein av fyrstu døgunum, og longu mánadagin er ætlanin at hava fyrstu venjingina.