Flest arbeiðsleys eru í Suðuroy

Tað finnist næstan ikki arbeiðsleysur maður í Eysturoy og Norðstreymoy

Nýggj uppgerð hjá Hagstovu Føroya vísir, at árstíðarjavnaða fulltíðararbeiðsloysið 1. november var 2,0%. Mánaðin frammanundan var tað 2,2, og fyri einum ári síðani var tað 2,6%.

Størsta arbeiðsloysið er í Suðuroy, har tað er 4,6%, men tað er væl minni, enn tað var í summar, tá ið tað var 6,0%.

Lægsta arbeiðsloysið er í Eysturoy, har tað var 1,1%. Í Norðstreymoy og Vágum var tað 1,2%, og í Norðoyggjum 1,3%.

Suðurstreymoy hevur við sínum 2,0% størri arbeiðsloysi enn Sandoy, sum hevur 1,5%.

Í flestu sýslum uttan Vága og Sandoyar sýslum er arbeiðsloysið munandi hægri hjá kvinnum enn hjá monnum.


Lægsta arbeiðsloysið yvirhøvur er hjá monnum í Eysturoy og Norðstreymi, har tað bert er 0,6%.