Tað byrjar at nærkast til HM-endaspælið í Katar.
Tað landsliðið sum higartil størstur áhugi er fyri, um hugt verður eftir søluni av atgongumerkjum til ymsu HM-dystirnar er Argentina.
Tað eur serliga fyrsti bólkadysturin hjá Argentina móti Saudi Arabia 22. november, og annar bólkadysturin móti Meksiko 26. november, ið hava stóran áhuga millum manna. Hetta sigur Nasser Al-Khater, formaður fyri HM-fyrireikingarnevndina í Katar.
Báðir hesir dystirnir hjá Argentina vera leiktir á Lusail-leikvøllinum, ið hevur pláss fyri 80.000 áskoðarum. Hetta er eisini leikvøllurin, har sjálv HM-finalan verður leikt 18. desember.
Nasser Al-Khater staðfestir, at tað er útselt til dystin millum Argentina og Meksiko. Nasser Al-Khater væntar, at HM-endaspælið í Katar verður eitt "ótrúligt karneval", ið hann málber seg.
Fyrr í hesum mánaðinum boðaði altjóða fótbóltssamgongan, FIFA frá, at higartil eru 2,45 miljónir atgongumerki seld til HM-endaspælið í Katar.
Tað er fyrstu ferð í søguni, at eitt HM-endaspæl í fótbólti er í einum arabiskum landi. Í Katar vænta tey 1,2 miljónir ferðafólk í samband við HM-endaspælið.
HM-endaspælið byrjar 20. november og endar 18. desember, og verður helst fyrstu og seinastu ferð, at eitt HM-endaspæl verður avgreitt um veturin. Men við FIFA veit ein ongantíð.