Flest lurta eftir Útvarpinum

Meira enn triði hvør føroyingar oman fyri 15 ár lurtar eftir tíðindunum hjá Útvarpi Føroya klokkan 12.20 Ellivu prosent av øllum føroyingum eldri, enn 15 ár, lurta eftir tíðindasendingini hjá Rás2 á miðdegi.

Tað vísir ein lurtarakanning, sum Gallup hevur gjørt fyri Kringvarpið.

Kanningin, sum varð gjørd í døgunum frá 27. mars til 10 apríl í ár, vísir eisini, at 36 prosent av øllum føroyingum lurta eftir tíðindasendingini í útvarpinum hjá Kringvarpinum klokkan 12.20.

512 føroyingar yvir 15 ár og úr øllum landinum vórðu spurdir, skrivar Útvarpið hjá Kringvarpinum.