Flest tannáringarmøður í Tórshavn

Í 2014 vóru 31 børn fødd, har mammurnar vóru millum 15 og 19 ár.

Mangan verður skotið eftir sandoyingum, at barnavognar eru ein vanliga konfirmatiónsgáva á oynni, tí har skulu vera so nógvar ungar mammur.


Tann søgan hevur nú fingið eitt skot fyri bógvin, tí sambært hagtølunum hjá landslæknanum fyri børn fødd av tannáringamøðrum í 2014, so búði eingin teirra á Sandoynni. Tvørturímóti var Sandoyggin einasta øki, har eingin tannáringarmóðir var. 


Í 2014 vóru 31 børn fødd, har mammurnar vóru millum 15 og 19 ár. Av teimum mammunum búðu flestu teirra í Tórshavn.


Fjúrtan búðu í Tórshavn, átta í Eysturoynni, fimm í Streymoynni, tá er Havnin ikki íroknað, tríggjar í Norðoyggjum, tvær í Suðuroy, ein í Vágum og eingin í Sandoy.