Flestu fiskasløg hava góðan prís

- Nú er toskurin og fiskurin sum heild undir Føroyum bæði feitur og góður, men nøgdirnar eru smáar og prísurin høgur, sigur Høgni Hansen, stjóri á Fiskamarknaði Føroya.

 

- Ráfiskanøgdirnar eru smáar, og prísurin er høgur, sigur Høgni Hansen, stjóri á Fiskamarknaði Føroya.

 

 

Nøgdirnar av botnfiski undan Føroyum, sum hava verið bjóðaðar út á marknaðinum í hesum árinum, hava verið lutfalsliga smáar - fyri ikki at siga rættiliga smáar.

 

Botnfiskiskapurin undir Føroyum hevur verið vánaligur. Tað hevur verið nakað av hýsu, brosmu og longu, men sera lítið av toski, og fiski-og útróðrarmenn vóna, at tað verður frægari við toski, tá tað líður út á heystið.

Sambært monnum, sum fáast við fiskiskap, er hetta vánalig fiskitíð, bæði á føroyska landgrunninum og eystan fyri, og onkuntíð hevur mánaðurin verið róptur “svarti september”.

 

Høgni Hansen, stjóri á Fiskamarknaði Føroya, ásannar, at tað kann ganga skjótt hvønn vegin við fiskiskapi. 

- Tað sá so gott út við toski fyri 2-3 árum síðan, og eisini útróðrarbátar rokaðust dúgliga við snellu á vári í 2019. Men, tá toskurin seinni byrjaði at leita sær undir land, samstundis sum týðilig tekin vóru um, at fiskurin hevði ov lítið at eta, tóktist hetta ófrættakent. 

Tað hevur ongantíð verið væl dámt av monnum, at fiskurin leitar sær undir land eftir føði. Fiskurin inni á leiðunum gjørdist rættiliga vánaligur, og tað sást týðiliga, at honum vantaði føði.

Stjórin á Fiskamarknaði Føroya vísir á, at nú er toskurin og fiskurin sum heild, sum kemur undan Føroyum, góður. 

- Fiskurin er feitur og frá monnum, sum eitt nú sigla við trolbátunum, ljóðar, at tað er nógvur hvítingsbróður í fiskinum. Hvítingsbróður hongur eisini í netinum, tá teir hála. Men lítið sæst til nebbasild.

 

Høgni Hansen sigur, at hýsan, sum í løtuni kemur undan Føroyum, er smáttfallandi, men hon er væl fyri. Hetta er í nógvum førum hýsa 3, sum liggur millum hálvt og eitt kilo. 

 

Nakrar royndir eru gjørdar á Føroyabanka í summar og tíðliga í heyst, har útróðrarbátar hava roynt við línu, og her hava teir fingið bæði nógva og stóra hýsu og onnur fiskasløg. Men, tað eru ikki bara útróðrarbátar, sum hava gjørt royndir á Føroyabanka í ár. Her hava eisini verið tveir garnabátar.

 

- Felags fyri hesar royndir er, at bæði skip og bátar - við línu og gørnum - hava gjørt góðar túrar á Bankanum.

Høgni Hansen sigur, at nógv tann størsti parturin av línuveiðini á Føroyabanka er hýsa, og bátarnir hava eisini fingið væl av longu, havtasku og skøtu. 

Hóast lítil toskur hevur verið uppi í veiðini, eru stórir túrar gjørdir á Bankanum. 

- So, tað er kanska spell, at tann fiskur, sum nógv er til av á Føroyabanka í løtuni, ikki kemur til høldar - serliga í einari tíð, tá botnfiskaveiðan undir Føroyum annars svíkur, heldur hann fyri.  

Høgni Hansen leggur aftrat, at hetta í síðsta enda er ein politiskur og fiskifrøðiligur spurningur, og tað eru nógv ástøði um, hvussu tað kann bera til, at toskurin á Bankanum ikki kemur fyri seg aftur eftir friðing fyri vinnuligari veiði í so mong ár.

 

Men, er fiskiskapurin eftir botnfiski undir Føroyum vánaligur, eru fiskaprísirnir í staðin rættiliga góðir í løtuni. 

 

- At kalla øll fiskasløg hava lutfalsliga góðan prís og nøkur hava heilt góðan prís. Tað kemur so lítil toskur undan Føroyum í løtuni, men tá stórur toskur er á marknaðinum, liggur prísurin javnan oman fyri 30 krónur fyri kilo.

Høgni Hansen heldur, at góði ráfiskaprísurin í løtuni helst hevur fleiri orsøkir.

- Í fyrsta lagi eru nøgdirnar smáar og so hvørt, sum matstovur kring um í Evropa hava latið upp aftur, er eftirspurningurin vaksin. Haraftrat kemur, at hetta er vánalig fiskitíð bæði her hjá okkum og aðrastaðni kring um okkum, eins og toskakvoturnar ikki veksa, men heldur minka, sigur stjórin á Fiskamarknaði Føroya.

 

- Ráfiskanøgdirnar eru smáar, og prísurin er høgur, sigur Høgni Hansen, stjóri á Fiskamarknaði Føroya.