Hetta vísir ein uppgerð sum Landsverk hevur gjørt fyri ferðsluna í 2005.
Í hesum sambandi er eisini gjørt eitt yvirlit yvir tímabýtið í hesum ferðsluóhappum. Ikki óvæntað henda flestu óhappini um tað mundið, tá fólk eru á veg til hús eftir loknan arbeiðsdag.
Serliga um hálvgumseks-tíðina er vandamikið at ferðast á føroysku vegunum, tí tað er hesa tíðina at flestu óhappini henda.
Tíbetur kann ein staðfesta, at talið av óhappum eru fækkað seinasta árið, men enn er kortini nakað ávegis til at røkka eini null-hugsjón í ferðsluni.