Flestu ísfiskalínuskip liggja

- Streymurin verður góður, og veðrið verður gott, men fiskiskapurin hjá útróðrarbátum er smáligur.

 

 

Bara eitt ísfiskalínuskip kemur inn at landa í vikuni sum kemur. Teir hava mest av toski og hýsu.

 

- Eitt annað ísfiskalínuskip fer til fiskiskap nú, men annars liggja øll hini ísfiskalínuskipini við bryggju.

 

Í stuttum siga tey á Fiskamarknaði Føroya í dag, at tey flestu frystilínuskipini eru til fiskiskap.

 

Streymurin verður góður í vikuni, og veðrið verður eisini gott. So, helst verður nakað av útróðri.

 

- Men, fiskiskapurin hjá útróðrarbátum er smáligur. Bátarnir fáa mest av hýsu, verður lagt aftrat.