Flestu línuskip liggja í løtuni

Tað er lítil línuveiða undir Føroyum í løtuni, men streymurin verður hampiligur í næstu viku, og alt bendir á, at veðrið eisini verður gott.

Í løtuni er eitt av teimum smáu línuskipunum á Føroyabanka, og eitt frystilínuskip er á Føroyagrunninum, men teir eru nýliga byrjaðir túr.

 

Á Fiskamarknaði Føroya siga tey, at tvey línuskip eru á Flemish Kap, men nú er helst bara talan um tað eina.

 

Frystilínuskipini, Klakkur, Eivind og Jógvan I, fiska føroysku kvotuna á Flemish Kap í ár, og herfyri vóru bæði Klakkur og Eivind á veg heim.

 

Jógvan I hevði tá nakrar dagar eftir at fiska í, áðrenn teir fóru at sigla. So er spurningurin, um teir eru farnir at sigla nú.

 

Sambært Fiskamarknaði Føroya liggja fleiri línuskip við bryggju í løtuni. 

 

Streymurin verður hampiligur í vikuni sum kemur, og líkt er til, at veðrið verður gott í næstu viku.

 

- Vit vænta tí nakað av útróðri. Fiskiskapurin hjá útróðrarbátum er smáligur í løtuni. Onkur bátur fiskar hvíting, verður lagt aftrat.