Flestu norðmenn fara í kirkju á jólum

Í fjør vóru í alt 6,6 mió norðmenn til gudstænastur í norsku kirkjuni. 627.000 av vitjanunum – tað er: nærum 10 % - vóru jólaaftan.

Noreg: Hóast 6,6 mió vitjandi kann metast sum eitt høgt tal, vísa hagtølini kortini at talið er minkandi.

Statistisk Sentralbyrå vísir í síni frágreiðing á, at í 2005 vóru 6,7 mió til gudstænasturnar, meðan talið í fjør altso var lækkað við umleið 100.000 fólkum.

Sagt verður, at í fjør vórðu hildnar einar 1000 færri gudstænastur enn árið fyri.

- Tí er luttøkan við ta einstøku gudstænastuna rættiliga støðugt, verður sligið fast.

Um ein hyggur eftir gudstænastum sunnudagar og halgidagar, íroknað jólaaftan, fara í miðal 100.000 norðmenn til gudstænastur í norsku kirkjuni hvønn dag, tá kirkjuklokkurnar kalla fólk í kirkju.


Minking og vøkstur

Umframt hagtølini fyri luttakarum við gudstænasturnar, kann ein somuleiðis staðfesta, at talið á teimum sum fara til altars er minkandi.

Í 2005 fóru 1,12 mió fólk til altars, meðan talið í fjør var komið niður á 1,1 mió.

Hinvegin løgdu norðmenn í alt 244 mió krónur í talvurnar, tá innsavning var undir gudstænastunum.

Verður hugt eftir talinum á doyptum og fermdum norðmonnum var hetta talið størri í fjør enn í 2005.

Hóast talið á doyptum øktist, er kortini talan um eina prosentvísa minking í mun til árið fyri. Orsøkin til hetta er, at tað vóru fleiri føðingar enn dópar hetta árið.

Í fjør vóru 74 % av øllum børnum doypt, og svarar hetta til góð 43.000 børn. Samstundis vórðu 42.587 ungdómar fermdir í kirkjuni. Hetta svarar til júst tveir triðingar av teimum ungu.

At enda kann verða nevnt, at 9600 hjún vórðu vígd í kirkjuni, ímóti 10.200 árið fyri, vísa hagtølini.