Flestu prestarnir vilja víga samkynd

Ein spurnarkanning hjá danska kringvarpinum bendir á, at ein meiriluti av prestunum í donsku fólkakirkjuni taka undir við uppskotinum hjá stjórnini um at loyva samkyndum at verða vígd í kirkjuni á jøvnum føri við onnur.

Av teimum 1.921 prestunum, sum DR hevur spurt, hava 1.137 svarað, og av teimum siga 62 prosent, at tað er rætt at loyva samkyndum at verða vígd í fólkakirkjuni. 28 prosent av prestunum eru ímóti.

DR hevur eisini spurt danir, hvat teir halda um uppskotið hjá stjórnini. 60 prosent siga, at tey hava fult ella partvíst undir við uppskotinum um at loyva samkyndum at verða vígd í kirkjuni. 28 prosent siga nei.

Manu Sareen, sum er ráðharri í kirkju- og javnstøðumálum, sigur, at hann fer at leggja lógaruppskotið fyri Fólkatingið nú.