- Tað, sum vit vita, er, at flestu partrolarar eru farnir at fiska makrel. Eitt par roynir eftir upsa, og aðrir partrolarar eru á beding.
Tað veit Fiskamarknaður Føroya at siga í sínum metingum fyri næstu viku.
Um djúpvatnstrolararnar verður sagt, at her er bara tann eini til fiskiskap eftir vanligum botnfiski í løtuni. Hinir eru antin farnir út at fiska makrel - ella eru á beding.
- Bara ein trolbátur er til fiskiskap, og hesin kemur væntandi inn at landa miðskeiðis í næstu viku. Hinir trolbátarnir liggja allir, og ein er í oljuvinnuni, sigur marknaðurin í dag.