Fletcher gevst at spæla fótbólt

27 ára gamli skotski miðvallarin Darren Fletcher, sum spælir fyri enska stórfelagið Manchester United, steðgar nú fyribils við at spæla fótbólt.

 

Darren Fletcher hevur spælt við Manchester United, síðani hann var 11 ára gamal, og hann hevur eisini verið fastur maður á skotska landsliðnum í nógv ár – har er hann skrásettur fyri 58 landsdystir.

 

Men nú gevst Darren Fletcher fyribils við at spæla fótbólt. Orsøkin er ein afturvendandi sjúka, sum hevur órógvað hann í fleiri ár. Darren Fletcher hevur tarmsjúkuna Colitis Ulcerosa, og seinastu tíðina hevur sjúkan nervað hann meira, enn hon áður hevur gjørt.

 

Tí hava læknar mælt Fletcher til at taka ein longri steðg frá fótbóltsspælinum, og hesum ráðum fer Fletcher at fylgja, boðar Manchester United frá.

 

Einki verður sagt um, hvussu leingi Fletcher roknar við at verða burtur frá fótbólti, men fyribils snýr tað seg um at økja møguleikan fyri at blíva betri fyri ella frískur.