info
Ongi úrslit

FLEXBARSIL fyri øll foreldur

Bjørt Samuelsen, valevni fyri Tjóðveldi
5. desember 2022 kl. 23:03

 

 

Vit hava leingi arbeitt fyri einari smidligari barsilsskipan, sum hóskar betri til barnafamiljur í 2022. Hava fleiri ferðir lagt uppskot fram um tað. Koma vit í samgongu nú, ynskja vit at gera millum annað hesar broytingarnar í barsilsskipanini:

 

  • Klippikortsskipan, har foreldrini sjálvi gera av, nær tey brúka sínar løntu barsilsvikur. Klippikortið kann nýtast yvir tvey ár, og samskipast við arbeiði, um familjan ynskir tað.
  • Betri umstøður til foreldur at præmaturum børnum, har barsilin ikki byrjar fyrr enn við heimkomu av sjúkrahúsi.
  • Hækka markið fyri útgjaldi.
  • Betri umstøður til lesandi og sjálvstøðug vinnurekandi.
  • Foreldrini bæði kunnu velja at vera í barsilsfarloyvi í senn.
  • Fólk, sum fara av landinum í arbeiðsørindum í avmarkað tíðarskeið, skulu ikki missa uppsavnaði rættindi.
  • Fullan barsil fyri hvørt barnið hjá tvíburarforeldrum.

 

Tíðin er búgvin at hugsa annað, enn bara at leingja barsilsfarloyvið. Vit mugu nýhugsa skipanina og gera hana betri og smidligari fyri øll foreldur og serliga fyri børnini. Við Flexbarsil verður barnið sett í fokus og vit fáa betri møguleika at fáa familjulív og arbeiðslív at hanga saman.

 

Vel ein, sum fremur í verki. Vel Tjóðveldi.

X við E

Bjørt Samuelsen

 

 

 

 

 

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan eftirlýsir mann í Havn

29. oktober kl. 07:44

So nógv vita danskir politikarar um Føroyar

30. oktober kl. 15:45

Sanna Dahl tekur við eftir Jógvan Arge

26. oktober kl. 20:45

Myndir: Markleys útbúgving við Tjarnir

28. oktober kl. 10:47

Aðalstjóri við meira enn ein­ari milli­ón krón­um ársløn

10 tímar síðan

Tað gekk sum Sigfríður spáddi

25. oktober kl. 20:51

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Í annaðkvøld kann Stabæk senda Strømsgodset upp í bestu norsku fótbóltsdeildina

23 minuttir síðan
Tíðindi

Aron fekk debut fyri Hearts á Hampden Park

48 minuttir síðan
Ítróttur

Myndir: Føroyar taptu finaluna móti Íslandi

1 tími síðan
Fótbóltur

Sebastian Slettegaard Petersen ger tvey ára sáttmála við B36

1 tími síðan
Hondbóltur

SMS: EB smurdi Neistan av - Stjørnan og VÍF vunnu eisini heimasigrar

1 tími síðan
Fótbóltur

VIDEO: Gunnar bjargaði Vejle eitt stig móti liðnum hjá Ara og Árna Nóa

2 tímar síðan
Myndasøvn

Myndir: Beinir Johannesen leggur krans við minnisvarðan í Viðarlundini

2 tímar síðan
Tíðindi

Trump vísir Grøn­land sum eina risa­stóra amerik­anska her­støð

2 tímar síðan
Hondbóltur

Óli og liðfelagarnir eru ósigraðir í 12 dystum

2 tímar síðan
Hondbóltur

Keypmannahavn vann annan sigurin á rað

3 tímar síðan
Tíðindi

Russiski sendiharrin: Danmark leingir kríggið

3 tímar síðan
Tíðindi
Haldaragrein

USA-avtala bjóð­ar valds­býtin­um í ríki­num av

3 tímar síðan