Fleyr dumpaði

Dysturin í Klaksvík í gjárkvøldið var kanska seinasti møguleikin hjá Fleyr at leggja seg út í oddastríðið í Eik-liguni hjá monnum. Men tað eydnaðist ikki – og nú er helst ov seint

Flogbóltur

Alt kappingarárið hevur Fleyr ligið á triðjaplássinum, og tað sær ikki mætari út, enn at har verður Fleyr verandi, til kappingin er liðug. Fyrst og fremst, tí liðið fær alt ov lítið burturúr ímóti teimum báðum ovaru liðunum, Mjølnir og SÍ.
Eitt gott dømi um tað var dysturin í Badmintonhøllini í Klaksvík í gjárkvøldið, tá Fleyr ikki stóð nakað aftan fyri Mjølnir, men allíkavæl ikki kláraði at vinna og fáa sær tvey týdningarmikil stig. Í staðin tapti Fleyr og er seks stig aftan fyri SÍ, nú átta stig eru eftir hjá liðnum at spæla um.
Fyrsta setti var javnt og liðini fylgdust allan vegin, men tað endaði við, at Mjølnir tók tað. Í øðrum setti kom Fleyr fyri seg, fór beinanvegin framum og helt leiðsluna allan vegin, so nú stóð á jøvnum í settum, 1-1. Aftur var nokk so javnt í triðja setti, men ímóti endanum slapp Mjølnir enn eina ferð avstað og vann tað.
Skuldi Fleyr gera nakað við Mjølnir í hesum dystinum, so mátti fjórða sett vinnast. Tað sá eisini gott út, tí Fleyr hevði hug at fara avstað, men slapp ongantíð ordiliga av við Mjølnir. Ímóti endanum var Fleyr á odda fyrst 20-16, síðani 24-21, og skuldi bara avgera, men tá tó Mjølnir aftur dik á seg og blokkaði allar royndirnar hjá Fleyr at vinna settið, og sostatt fór Mjølnir avstað við sigrinum.
Mjølnir er nú aftur trý stig framman fyri SÍ, sum tó eigur ein dyst á, og heili níggju stig framman fyri Fleyr, sum eftir øllum at døma spældi sær endaliga av við finalukjansin í Klaksvík í gjárkvøldið.