Fleyr-ÍF 3-0 (25-19, 25-14, 25-17) Fleyr gjørdi slætt borð

Fleyr, sum tað nógva av kappingarárinum hevur verið upplagdur silvurkandidatur, lyfti seg í seinasta dystinum og vann silvurið við sera sannførandi sigri á ÍF

FLOGBÓLTUR

 

Tey fýra liðini, sum hava kappast um at verða næst- og triðbest aftan á SÍ, gjørdu øll sítt til, at nógv var eftir at spæla um, hóast SÍ í úrtíð hevði tikið meistaraheitið, tí síðstu vikurnar hava tey mestsum skiftst um at taka sigrar frá hvørjumøðrum, so eingin slapp frá hinum.

Av teimum fýra var Fleyr leingi – at síggja til – tað sterkasta. Men hóast Fleyr eftir taptu steypafinaluna ætlaði at taka SÍ í landskappingini, brast tann vónin longu vikuna eftir, og so vóru tær á havnarliðnum ikki longur so tryggar á hondunum, sum tær annars høvdu verið.

Men nú alt stóð upp á spæl í hesum seinasta heimadystinum í Gundadalshøllini ímóti ÍF, fann Fleyr styrkina fram av nýggjum og spældi ein sera góðan dyst, ið ikki gav ÍF nakrar sum helst møguleikar at troka seg framvið og stinga av við silvurmerkjunum fyri nøsini á vertunum.

 

Óluva var framúr

Í teimum báðum fyrstu settunum var eingin sum helst ivi um betra liðið á vøllinum, og við settúrslitunum 25-19 og 25-14 setti Fleyr eina tjúkka striku undir, at nú var tað ramasti álvari. Hjá ÍF royndi Helen á Lakjuni Jacobsen at halda flaggið høgt, men restin av liðnum fylgdi ikki við, og so kundi ikki annað enn tap standa fuglfjarðarkvinnum í hendi.

Hjá Fleyr var talan nógv meira um eitt liðavrik og eitt vælvirkandi kollektiv, men tó má nevnast mest eyðsýndi spælarin, sum var unga Óluva Mohr, ið spældi ein branddyst á kantinum, har hon til fulnar livdi upp til tað álit, venjararnir høvdu givið henni undan hesum týdningarmikla dysti.

Einastu ferðina, ÍF sá út til at gera ein vørr, var í triðja setti, tá tað eydnaðist at koma framum 4-0. Men tað vardi bara ta løtuna, tí skjótt hevði Fleyr kvitterað og kom upp á 6-6, og so koyrdi tað bara. Fleyr kom fyrst upp á 23-11, áðrenn ÍF royndi at toga ímóti eina løtu, men at enda mátti geva seg, so Fleyr vann settið 25-17.

 

Mjølnir bronsu

Harvið ein greiður og uppiborin 3-0 sigur til Fleyr, sum sostatt fekk silvurmerkini – eins og tað í hesum kappingarárinum gjørdist til silvur í steypakappingini.

Og tá Dráttur samstundis tapti ímóti SÍ, endaði tað við, at Mjølnir – uttan at spæla – kundi fáa bronsuna. Av teimum fýra, ið høvdu kjansin undan seinastu dystunum, vórðu tað sostatt ÍF og Dráttur, ið sótu eftir við ongum…