Mjølnir ? Fleyr 0 ? 3; (24-26 , 23?25, 21-25)
Flogbóltur
meistaradeild, menn
Eftir at Fleyr seinasta vikuskifti leikti ein vánaligan dyst ímóti Fram í Havn, var liðið fullkomuliga broytt hetta vikuskiftið.
Mótstøðuliðið var einki annað enn oddaliðið Mjølnir, sum higartil hevur verið tað besta liðið, men seinastu tíðina hevur liðið kanska havt trupulleikar, tí t.d. megnaði Mjølnir ikki at leika seg í finaluna í NS-kappingini.
Broytt uppstilling
Fleyr byrjaði dystin við eitt sindur broyttari uppstilling í mun til undanfarnu dystir, við tað at Klæmint Isaksen hevði skift pláss, soleiðis at hann og Johannes Ejdesgaard nú stóðu diagonalt yvir av hvørjum øðrum. Og so var Bergur Olsen á hinum álopsplássinum.
Og hetta gav úrslit í Klaksvík. Og eisini sást, at Johannes Ejdesgaard var við aftur í mun til ímóti Fram seinasta vikuskifti, tí hann var við til at geva liðnum meira breidd í álopinum. Eisini Bergur leikti ein góðan dyst.
Støðugt spæl
Mjølnir kom ongantíð upp í ferð, og tað líkasum tóktiskt sum um, at teir undirmettu havnarmenninar frá byrjan. Og við støðugum spæli, uttan at gera tað stóra burturúr, megnaði Fleyr at vinna dysti 3-0, hóast fyrsta settið gjørdist sera tætt og langt, tí tað endaði 26-24 til føroyameistararnar úr Havn. Eisini hini bæði settini vann Fleyr ávikavist 25-23 og 25-21.
Borko, sum higartil hevur verið besti kantsmassjari hjá Mjølni, megnaði ikki at leika upp til sítt besta, helst orsakað av tí, at hann hevur verið burtur vegna sjúku, men tað er at vóna fyri Mjølnir, at hann verður aftur at síggja í sínum vanliga spælistíli, tá Mjølnir skal luttaka í steypafianluni 17. februar í Havn.
Á fjórða plássi
Fleyr er eftir sigurin leygardagin framvegis á fjórðaplássi við 8 stigum eins og Fram, men við verri settmuni, men um liðið megnar at leika á sama hátt í komandi dystum, er einki at ivast í, at teir verða at finna hægri uppi, tá kappingin er av.
Mjølnir var eftir dystin framvegis í oddinum, men skuldi beinleiðis heim at fyrireika seg til dystin ímóti ÍF á Kambsdali sum var sunnudagin, og sum verður umrøddur aðrastaðni.
Borko, sum higartil hevur verið besti kantsmassjari hjá Mjølni, megnaði ikki at leika upp til sítt besta, helst orsakað av tí, at hann m.a. ikki var við ímóti SÍ seinasta vikuskifti, men tað er at vóna fyri Mjølnir, at hann verður aftur at síggja í sínum vanliga spælistíli, tá Mjølnir skal luttaka í steypafinaluni 17. februar í Havn.