Flogbóltur
Endaspurturin í meistaradeildini hjá monnum í ár sær út til at gerast tann mest spennandi í nógv ár.
Í byrjanini av kappingini var Fram oddalið, men stutt fyri ársskiftið yvirtók SÍ hetta plássið. Í seinastuni hevur Fleyr so eisini blandað seg somikið nógv uppí oddastríðið, at teir nú eru fremst.
Fleyr var í Klaksvík sunnudagin, og har gjørdu teir sína skyldu og vunnu 3-0 móti Mjølni í einum lítið áhugaverdum dysti. Hvørki av liðunum vísti nakað serligt, og hjá Mjølni var púra øskukalt.
Stutt sagt høvdu allir klaksvíkingarnir ein stak ringan dag, og tað gjørdi ikki støðuna frægari, at Trúgvi Poulsen vegna sjúku ikki kundi vera við. Tað var hann heldur ikki vikuna frammanundan, tá Mjølnir tapti 3-0 í Sørvági. Móti Fleyr var hann við í upphitingini, men spældi ikki við.
Annars høvdu bæði liðini alt fólkið tøkt, men tað hjálpti ikki uppá undirhaldið.
Størsti munurin var kanska, at Mjølnir er í einum aldudali, meðan Fleyr er á einum aldukambi. Í øllum førum vann Fleyr trygt uttan at spæla seg út. Teirra avrik á vøllinum var meira javnt støðugt enn tað hjá Mjølni, og burtursæð frá eini løtu í triðja setti høvdu teir allatíðina nøsina frammanfyri. SÍ spældi ikki hetta vikuskiftið, og tí fór Fleyr við sigrinum upp á fremsta plássið.
So vann Fram endiliga aftur
Fyri Fram var bara eitt at gera móti ÍF á Kambsdali: At vinna.
Út av lagi vánaliga gongdin í seinastuni hevur gjørt, at Fram er dragnað somikið nógv í kappingini, at dysturin sunnudagin var seinasta útpurring. Tað eydnaðist teimum eisini at vinna 3-1, og var hetta teirra fyrsti sigur í landskappingini síðani 1. desember! Tá vunnu teir 3-0 móti ÍF á heimavølli, og sjálvt um allir dystirnir síðani tá hava verið móti antin SÍ ella Fleyr, so er tað langt síðani seinast.
Hjá ÍF var støðan tann øvugta. Eftir at hava tapt allar dystirnar í grundspælinum høvdu teir vunnið báðar teir fyrstu í endaspælinum, og eingin hevði verið bilsin, um teir høvdu hildið fram við sigursrøðini sunnudagin. Soleiðis skuldi tað kortini ikki ganga, og hetta tapið bleiv teirra fyrsta síðani 8. desember, tá teir á heimavølli máttu lúta fyri Mjølni.
Fyrsta settið vann Fram so trygt sum 25-17, men ÍF fekk javnvág í roknskapin við at taka tað næsta 25-21. Í triðja setti var Fram aftur greitt omaná og vann 25-16. Fjórða sett bleiv meira spennandi enn hini trý, men Fram vann 26-24 og harvið dystin.
Fyri Fram hevði sigurin alt at siga. Hann merkir, at teir eru við enn, og gullið er als ikki mist úr eygsjón. Teir eru trý stig aftanfyri Fleyr, men hava spælt ein dyst færri, og næsti dysturin á heimavølli móti Mjølni sær yvirkomiligur út. Síðani møta teir ávikavist Fleyr úti og SÍ heima, og tað sær út til, at teir báðir dystirnir fara at avgera, hvussu langt uppi Fram endar í ár.