Dysturin sunnudagin hevur ikki sørt dám av hálvfinalu yvir sær, tí hann er millum tey bæði feløgini, sum royna at sleppa í FM-finalu ímóti Mjølnir. SÍ vann kappingina í Klaksvík við greiðum sigri á júst Fleyr, og sær út til at hava fingið luft undir veingirnar, men samstundis vil Fleyr óivað hava revansju, umframt at eitt tap pilkar av álvara við finaluvónirnar hjá havnarmonnunum.
Mjølnir hevur framvegis munin á hinum liðunum í Eik-liguni hjá monnum, og hagtalsliga talar lítið fyri, at øðrvísi verður eftir dystin hjá klaksvíkingum í hesum umfarinum, sum verður týskvøldið á heimavølli ímóti botnliðnum, ÍF, sum enn jagstrar fyrstu stigini. Í Føroya Banka-kappingini síðsta vikuskiftið megnaði ÍF eisini bara at vinna á TB, sum er í næstbestu deildini.