Fleyr segði takk fyri síðst

Mjølnir-Fleyr 2-3 (25-15, 22-25, 15-25, 25-18, 13-15):

Fyrr í ár vann Mjølnir í Havn móti Fleyr, men leygardagin var tað Fleyr, sum vann tvey týdningarmikil stig í Klaksvík

 

Flogbóltur


Eftir at Mjølnir fyrr í ár vann móti Fleyr í Havn, eydnaðist tað leygardagin Fleyr at siga takk fyri seinast við at vinna 3-2 móti Mjølni í Klaksvík.

Um dystin er annars at siga, at hann var meira spennandi enn hann var væl leiktur. Mjølnir byrjaði væl og vann fyrsta sett 25-15, áðrenn Fleyr kom afturíaftur og vann tvey tey næstu 25-22 og 25-15. Nú var tað síðsta útkall hjá Mjølni, og tað eydnaðist teimum eisini at vinna fjórða sett 25-18 og soleiðis fáa eitt fimta sett.

Hetta síðsta settið bleiv rættiliga spennandi. Mjølnir byrjaði best, men Fleyr menti seg, og tá liðini skiftu síðu, var støðan 8-7 til havnarliðið.

Teir megnaðu eisini at halda hesa leiðsluna. Teir komu á odda 14-10 og fingu sostatt fýra dystarbóltar. Mjølnir kláraði at bjarga trimum av hesum, men fjórðu ferð bar ikki til, og so hevði Fleyr vunnið 15-13. Bæði liðini hava í ár havt tað til felags, at spælið ikki er nóg støðugt gjøgnum ein heilan dyst, og tað sást eisini aftur á vøllinum eygardagin.

Báðir partar høvdu trupulleikar við móttøkunum, og av tí sama endaði nógv av spælinum úti á kantunum.

Tey bæði stigini komu væl við hjá Fleyr í royndunum at varðveita sambandið við oddaliðini Fram og SÍ. Nógvir dystir eru eftir enn, og bæði Fleyr og Mjølnir kunnu enn gera seg galdandi í oddinum, men til tað krevst, at avrikini verða meira støðug í endaspælinum, tá øll stigini telja. Og oddaliðini Fram og SÍ munnu heldur ikki hava nakað ímóti, at Fleyr og Mjølnir ikki tikið tvey stig frá hvørjum øðrum.