Flogbóltur
Fleyr hevur rættiliga fingið gongd á spælið. Nú kappingin er komin í helvt í fyrru hálvu, hevur Fleyr togað seg fram á 3. pláss. Tað sá annars svart út eftir tvey tey fyrstu umførini, men nú hevur liðið vunnið tríggjar dystur á rað.
Fleyr skuldi hevna TB ósigurin í Trongisvági. Tað sá annars einki út, tí TB vann 1. sett. Grundspælið hjá TB er gott. Tær taka rættiliga væl ímóti, og fáa nógvar bóltar aftur í spæl, men sjálvt álopið hjá teimum er heldur tunt. Fleyr hevði allan dystin tey betru og harðaru álopini, men TB vardi seg væl og tær megnaðu við góðum lobbum og annars tryggum spæli at halda lív í dystinum.
Fleyr hevur serliga tvær álopshóttanir. Tær eru Miriam á miðjuni og Andrea á kantinum. Andrea var í hesum dystinum besti leikari, og hon var støðug hóttan og vann nógv álop. Sum dystinum leið gjørdist hon meira og meira avgerandi fyri úrslitið.
Unga TB-liðið var við alla tíðina og tær megnaðu at vinna 4. sett, eftir at tær høvdu tapt 3. sett so ruddiliga. Tað er væl klárað at koma inn aftur í ein dyst, eftir at hava tapt settið undan 25-9! Uppskriftin var alla tíðina tann sama. Einfalt og trygt spæl.
Maktaðu ikki meira
Dysturin skuldi nú avgerast, men beinanvegin var greitt, at Fleyr var betur fyri. TB hevði brúkt allar kreftirnar í 4. setti, og nú var einki eftir. Fleyr vann trygt, tí tær høvdu fleiri álopsmøguleikar, og ikki minst tí dysturin var í Gundadalshøllini. Kanska TB hevði havt funnið eyka kreftir, um dysturin varð spældur í Trongisvági, men samanumtikið var Fleyr betra liðið henda dagin.